Tá eitt flogfar skuldi seta seg í Stavanger í Noregi stutt eftir døgurða í dag, stóð tilbúgvingin klár. Atlantic Airways hevur sent fylgjandi tíðindaskriv út.
»Tá RC430 skuldi lenda í Stavanger í dag vísti annað av tveimum ávaringarljósum, at næsahjólið ikki var komið niður. Skiparin valdi at flúgva fram við torninum í
Stavanger, so tey har kundu váttað við visuellari inspektión, at næsahjólið var
komið niður. Tá hetta var váttað lendi flogfarið sum vanligt. Áðrenn flogfarið ferð
aftur á flog, skal ávaringarskipanin kannast og brekið rættast«.