80 ár eru nógvir dagar tilsamans. Eg tori ikki eingong at royna at telja, men dagarnir eru nógvir. Og ikki eru teir farnir til ótnýtis. Knoss og baks, stríð og strev - alt við einum smíli, til øll, ið komu framvið. Ikki minst tá tað snúði seg um familju tína, børn tíni, og sum tíðin gekk eisini dýrabaru ommubørn tíni. Nú hevur tú fingið langommubørn, og framvegis oysir tú av, fyri meg at vísa seg, tí ótømandi krukkuni.
At skipa fyri hevur tú altíð dugað. Tá heystið kom vart tú tilreiðar. Baljur, tunnur, íløt, hjallur, fjós, nevn tað, og tað var vaskað. Alt var til reiðar, eingin nýttist at bíða eftir tær. Einki fjas. Vit fingu nál stungna í hondina, og so var bara at seyma. Tað var seg pylsuindir eins væl og fótamørar. Einki var at bíða eftir, skjótari byrjað varð, skjótari var liðugt. Harra Gud viti, hvørjum tað líktist, men seymað varð og tað skjótt.
Hoyggingin kundi inn ímillum verða tung at fara undir, men tá tú skipaði fyri, gekk alt sum eftir ánni. Og sum tú plagar at siga: "Fer alt inn í einari stórari rúgvu, so verður tað gott". Eingin orsøk at ivast, tað tekur eisini alt ov langa tíð. Stutt sagt Dany: Hóast lítil og spinkul hevur tú ongantíð bakkað fyri arbeiði. Tað var og er framvegis bara ein vegur, og tað er at fara í gongd ? fáa tað frá hondini.
Røsk og hjartagóð eru bara tveir av teimum eginleikum, ið eyðkenna teg. Fyri meg, hevur tú fylt út millum komma og punktum, sett tingini í perspektiv, givið mær tær rammurnar mær tørvaði. Takk, at tú og Jakku eisini høvdu rúm fyri mær, við øllum mínum feilum, og lótu meg verða partur av familju tykkara.
Ongatíð tá, tíansheldur í dag, letur tú nakran av okkum verða í iva um, at tú hevur eitt aðalmál við lívið tínum, og tað er at vísa á Harran Kristus, sum er tær so kærur, og størstur av øllum. Eisini tað kæra vermóðir, takki eg tær fyri.
Verdóttir tín Randi