Á ferðini skal Jóhannus saman við øðrum arbeiða við ítrótti í einum kristiligum umhvørvi:
- Vit fara at skipa fyri spølum, venjingum og smáum kappingum. Vit skulu vitja eina samkomu í kommununi í Karmel, sum júst hetta tíðarskeiðið skipar fyri einari legu fyri børn og ung, sigur Jóhannus, ið vónar at ferðalagið fer at fáa nakrar góðar, gevandi og hugnaligar dagar í Ísrael:
- Vit hava fyrireikað okkum dúgliga til ferðina. Eitt nú hava vit skipað fyri fleiri tiltøkum fyri at skaffa pening til ferðaseðlarnar. Vit hava selt kjálkar, skipað fyri stuðulsrenning o.s.fr. Tíbetur hava vit megnað at savnað nóg mikið, sigur Jóhannus at enda við einum smíli.
Ferðalagið fer avstað 10. juli og kemur aftur til Føroya 6. august.