- Vit eru í gongd við at gera sáttmála, ið er avleiðing av semjuni, ið gjørd varð í fjør, sigur Andras L. Samuelsen, formaður í Føroya Lærarafelag.
? Tað snýr seg bæði um sáttmála og nýggju fólkaskúlalógina, so nógv hevur verið at gera og tað hevur drigið út. Hetta er fyrstuferð vit gera sáttmála um lærarasetan. Lærarasetan hevur verið ásett við lóg um tæanstumenn frá 1972. Tí er ger av sáttmála nýtt fyri okkum, og tað tekur sína tíð, sigur Andras L. Samuelsen.
? Vit fáa nú tænastumannasettar og sáttmálasettar lærarar í skúlanum. Hjá tænastumonnum hendir eingin broyting, men vit hava roynt at fingið setanarhættirnar at líkjast so nógv, sum gjørligt.
Skúladømi
? Føroyar eru nú býttar sundur í skúladømi. Fyrr var ein lærari settur í starv við ein skúla í einari kommunu. Hetta hevur verið ein av orsøkunum til, at skúlamyndugleikarnir hava verið so trekir til at seta nýggj størv, sigur Andras L. Samuelsen.
? Við at býta Føroyar sundur í skúladømi kunnu allir tímar til serligan tørv normerast. Hetta svarar til umleið 40 størv og hesir tímar hava ikki áður verið normeraðir.
? Ein lærari kann nú setast í fast starv, tíðaravmarkað starv og fyribilssett starv. Ársvikarar og tímalærarar detta burtur tá vit hava skrivað undir sáttmálan, sigur Andrass L. Samuelsen
Enn er einki avgjørt
? Sáttmálin er so ikki liðugur enn. Sjálvsagt er einki víst, fyrr enn sáttmálin er undirskrivaður, men hetta er nakað av tí, ið er okkara ætlan. Tað, ið ikki er komið á pláss enn, hevur t.d. nakað við eftirlønir at gera, sigur Andras L. Samuelsen, formaður í Føroya Lærarafelag, ið aftur í dag skal samráðast við Landstýrið.
Sum skilst, er møgulig semja ikki so langt burtur.