Til reiðar at tosa um framtíðina hjá Assad

Sýriski varaforsætisráðharrin, Qadri Jamil, gloppaði í dag dyrnar fyri møguligum samráðingum um framtíðina hjá Bashar al-Assad, forseta. Á einum tíðindafundi í Moskva vísti ráðharrin aftur amerikanska kravinum um, at Assad skal fara frá, áðrenn friðarsamráðingar kunnu byrja.

-Er tað ein treyt fyri friðarsamráðingum, byrja samráðingarnar ongantíð. Men allir trupulleikar kunnu viðgerast undir slíkum samráðingum, og vit eru enntá til reiðar at tosa um hetta evnið, legði Qadri Jamil (myndin) afturat.

Sambært eygleiðarum benda orðini hjá sýriska varaforsætisráðharranum á, at Bashar al-Assad er til reiðar at lata valdið frá sær sum lið í einari avtalu um landsins framtíð.

Russiski uttanríkisráðharrin, Sergej Lavrov, var eisini á tíðindafundinum, og hóast hann var varin í sínum orðavali, fýltist hann á, at Sýrialand ger ov lítið fyri at fáa frið.

-Eftir tí, sum vit síggja í Sýrialandi, er tað ikki líkt til, at nóg mikið verður gjørt, segði Lavrov sambært russisku tíðindastovuni RIA Novosti. Hann legði afturat, at Russland er framvegis av teirri uppfatan, at sýrar eru bestir til at loysa kreppuna sjálvir.