Til minnis um Sørin Pram Sørensen

f. 17. mai 1954, d. 2. februar 2022

Á kyndilsmessu bórust deyðsboðini av okkara góða vini og starvsfelaga, Sørin Pram Sørensen. Ikki vardi tað okkum, tá ið vit skiltust eftir hugnaløtuna beint fyri jól, at hetta eisini fór at verða seinasti arbeiðsdagurin hjá Sørini. Hann varð brádliga raktur av sjúku millum jólanna, og tað gjørdist greitt, at eingin lekidómur var at fáa. Men at tað fór at ganga so skjótt, grunaðu vit ikki. 

 

Sørin umhugsaði sum ungur at velja sær eina lívsleið innan fornfrøði. Hvat fornfrøðin hevur mist við ikki at fáa Sørin í sín part, er ilt at siga, men vit vita, hvat løgfrøðin vann, tá ið Sørin valdi sær hana.

 

Sørin byrjaði sum løgfrøðingur í landsstýrinum á Landsskrivsstovuni í 1988 og kom í 2000 í Vinnumálaráðið at arbeiða. Áhugin fyri løgfrøðini fevndi sera víða, og løgfrøðin sum amboð í rættarsamfelagnum lá honum fremst í huga í starvinum. Tað hvílir ein serlig ábyrgd á teimum, sum skriva og fyrisita lóg, og hesa ábyrgdina var Sørin ógvuliga tilvitaður um. Við sínum víðfevnda innliti í ikki bara málsøkini hjá ráðnum, men løgfrøði og lógarverk sum heild, og við sínum væl grundaðu metingum og sjónarmiðum um løgfrøði var Sørin høgt í metum, bæði hjá okkum í ráðnum og í landsfyrisitingini yvirhøvur.

 

Eitt, sum serliga eyðkendi Sørin, var, at hann hóast sínar drúgvu royndir var so áhugaður og spentur sum ein unglingi, tá ið hann møtti nýggjum avbjóðingum. Mangan flenti hann eftir sær sjálvum og tók til fyrstu reglu í yrkingini hjá Oehlenschläger um Gullhornini: “De higer og søger i gamle Bøger.” Tá hevði hann aftur leitað sær aftur í gamlar lógir og dómar at finna grundgevingar og íblástur til at loysa framtíðaravbjóðingar. Men Sørin læt ikki fortíðina diktera framtíðina. Aftur at tí dyggu vitanini og tí hvassa vitinum brúkti hann síni góðu filosofisku evni, sítt fordómsfría sinni og sínar framúr gávur at lurta. Slíkt nærlagni tekur tíð, men Sørin var eitt arbeiðsgrev, sum ikki spardi seg, men helt á, til rætta loysnin var funnin. Sørin leitaði sær eisini støðugt nýggja vitan, og so seint sum seinasta vár var hann til próvtøku í peningastovnsrætti.

 

Hóast lítillátin og stillførur, var Sørin skemtiligur vertskapsmaður. Hann var altíð við upp á tað, sum vit funnu uppá, og tí var tað altíð gevandi og stuttligt at vera saman við Sørini uttan fyri vanliga gerandisdagin, eitt nú á summarútferð og til jólaborð og fastalávintshald. 

 

Eitt annað, sum eyðkendi Sørin, var, at skrivstovuhurðin altíð stóð opin. Stillisliga tók hann á seg uppgávuna at læra nýggj starvsfólk upp í kunstinum at skriva lóg og viðgera løgfrøði, og vit eru mong, sum skylda Sørini stóra tøkk fyri hesa vegleiðingina. Sørin var eisini altíð fúsur at hjálpa starvsfeløgum við torførum málum, og mangir trupulleikar eru vendir, snaraðir og loystir á norðastu skrivstovuni á ovaru hædd ella í túninum við einum kaffikoppi og einum balli.  

 

Sørin var upp á allar mátar eitt gott fólk, ein góður vinur og ein kerligur maður. Hann var so fegin um at finna lívsvinin í tær, Sólvá, og hann tosaði ofta um, hvussu góður hann var við teg og tíni børn, teirra makar og barnabørnini. Vit, sum kendu hann, vistu, at Sørin hevði funnið ein frið, sum hann hevði saknað, og hann duldi ikki fyri, at hann frøddist um tykkara lív saman, um samveruna, gerandisdagin og familjuna.

 

Sørin var júst farin um fráfaringaraldur, men hevði ongar ætlanir um at gevast at arbeiða í bræði. Vit skemtaðu onkuntíð við, at Sørin fór at arbeiða, til hann fylti 70, og síðani mestur at halda fram sum serligur ráðgevi. Men so skuldi ikki verða. Vit kunnu bara sanna, at eingin kennir dagin og tíman.

 

Saknurin er stórur hjá okkum í Umhvørvis- og vinnumálaráðnum, sum hava mist ein góðan vin og hollan starvsfelaga. Størstur er saknurin kortini hjá tær, Sólvá, og børnum, barnabørnum og systkjum við familju. Vit ynskja tykkum allan ugga og linna í sorgini. 

 

Við hesum fáu orðum takka vit fyri tað, okkum untist at hava saman við Sørini, og lýsa frið yvir hansara minni.

 

Har ljós brenna fá undir lágari lon,

 

sæst gjølla, tá eitt av teim sloknar –

 

(J.H.O. Djurhuus)

 

 

 

Starvsfelagarnir í Umhvørvis- og vinnumálaráðnum