Til minnis um flokslærara okkara Óla Berg

Tá ið vit fóru í skúla fyri seks árum síðani, gjørdist Óli Berg flokslærari hjá okkum, og síðan hava vit havt hann í fleiri lærugreinum hvørt ár. Hetta skúlaárið høvdu vit hann í rokning, søgu og náttúru -og tøkni.

Óli var næstan ongantíð sjúkur, hann var næstan altíð í skúla, so vit vóru sera skelkað og kedd, tá ið hann gjørdist so sjúkur, at hann doyði. Hann var í skúla hjá okkum mánadag, og longu leygardag var hann deyður.


Óli var ógvuliga góður við okkum. Hann forsvaraði okkum altíð, og hann segði, at vit vóru hansara næmingar.


Vit hava sera nógv góð minnir um Óla. Hvørt ár hava vit verið útferðir við honum runt í landinum. Vit hava verið í Kirkjubø, á Sandi, vitjað nógv støð í Havn millum annað fornminnissavnið, men eisini her suðuri hava vit verið nógvastaðni. Vit hava verið í kolanámunum her í Hvalba, niðri í gamla skúla, gingið upp í gjøgnum Káragjógv og so hava vit eisini verið í Vági og bovlað.


Óli kundi vera ógvuliga stuttligur, og hann dugdi sera væl at siga frá søgum, hetta kom serliga fram til hugnaløtuna saman við foreldrunum seinastu jól, tá ið vit øll sótu í skellilátri og lurtaðu, tí Óli dugdi so væl at gera alt so livandi fyri okkum.


Vit halda, at tað er so løgið at koma í skúlan, tá ið vit ikki hoyra málið í Óla, og vit ikki síggja hann.


Viðhvørt droyma vit um hann um náttina, og hann fer altíð at vera ein partur av okkum, tí vit minnast alt tað, hann hevur lært okkum.


Vit lýsa frið yvir minnið um Óla Berg, flokslærara okkara.


6. flokkur í Hvalba