Til minnis um Danjal Paula Veihe í Porkeri

Minningarorð

Okkara kæri bróðir í Harranum er farin heim til Jesus, ja svárt er tað hjá foreldrum hansara, sum nú sita so einsamøll eftir í heiminum, men tey eiga nógv góð fólk eftir rundan um seg. Sjúrð, Annu Rutt, Nomi, Sáru og Eyðhild og onnur familja við, ja, okkara orð nytta so lítið. Einasta troyst er Jesus. Hann er okkara troyst. Sorgin hevur verið stór í báðar ættir. Olivur misti pápa sín bert 22 ára gamal. Amanda pápa sín bert 17 ára gomul og Hervør og systkin.
Eitt gott minni um abba Dánjal Paula Johan, ið Bidlhúsi var skipari á Morningstar í 30-unum. Hann hevði møti í lugarinum fyri mannskapinum ? harímillum var pápi mín, ein av teimum sum tók ímóti Jesus sum sín persónliga frelsara. Frelsan kann ikki arvast, men tað er gott at eiga góðar røtur.
Saknurin er stórur í samkomu okkara, har hann hevði ein flottan vitnisburð um Jesus. Altíð trúfastur á møti og at vitna, altíð trúfastur at koyra foreldur síni til møti og at koyra mammuna til handils, altíð positivur. Hann hevði nøkur flott aparatur við hús at taka upp møtir í sjónvarpinum, jú, saknurin er stórur í bygdini her í Porkeri.
Friður verið við minninum um Dánjal Paula Veihe.

?????????

Erling