Hósdagin 23. juli varð seinasta umfar av føroysku Karaoke World Championships kappingini hildið í Glitnir. Dómarar vóru Eyðfinn Jensen og Vanja Justinussen, sum bæði hava drúgvar royndir innan tónleikaheimin. 6 luttakarar - 3 mannfólk og 3 konufólk - skuldu kappast um at sleppa í KWC finaluna, sum verður í Finnlandi tann 11.-12. septembur.
Tey sungu tveir sangir hvør, og tey góvu dómarunum nokk at kjakast um, tí tað var eingin løtt avgerð at velja ein burturúr. Niðurstøðan gjørdist tó, at tey, sum skulu umboða Føroyar í finaluni í Karaoke World Championships verð Bjarki Hansen og Anita Ottosen.
Tey fara saman við fyriskiparunum avstað til Finnlands hósdagin 10. sep og koma aftur mánadagin 14. sep