Hvør hevur ábyrgdina, tá ið almenna ferðasambandið er slitið? Tað er ein spurningur, Mary Antonsdóttir, forkvinna í Heilsuhjálparafelagnum, og Óluva í Gong, forkvinna í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, seta sær.
Tað hevur verið sera ringt veður og alt samband, bæði sjógvi, á landi, og í luftini, var slitið. Hóast tað er eyðsæð at øll eiga at halda seg innandura, ringja ørkymlaðir limir til okkara, tí tey vita ikki, hvat tey skulu gera. Tey sleppa ikki til arbeiðis, men sambært arbeiðsgevaranum skulu tey møta, annars missa tey lønina, siga tær báðar.
Tær vísa á, at í óveðrinum heitti løgreglan fólk um ikki at fara út
– Vit eru eitt lítið oyggjasamfelag, har nógv koyra ímillum bygdir, ella sigla við báti, fyri at koma til arbeiðis. Er tað rímiligt, at kommunurnar kunnu krevja at starvsfólki skal gera ímóti tilmælum frá løgregluni, spyrja tær.
– Hóast støðan við veðrinum er álvarslig, ella beinleiðis vandamikil, siga vegleiðingar frá arbeiðsgevarum: At starvsfólk hava skyldu til at leggja arbeiðið soleiðis til rættis, at tey hava møguleika at koma til arbeiðis, t.v.s fylgja við veðurlíkindum og fara tíðliga frá húsum, yvirnátta á arbeiðsplássi aftaná vakt, um vandi er fyri, at ikki er komandi til arbeiðis dagin eftir, ella at býta um vaktir.
Men tær báðar fakfelagskvinnurnar halda, at tað er ein spurningur, um arbeiðsgevarin hevur heimild til at gera inntriv í privatlívið hjá starvsfólkunum? Kann mann krevja, at seta starvsfólk í ta tvístøðu, at tey skulu gera ímóti tilmælum frá løgregluni, spyrja Mary Antonsdóttir og Óluva í Gong.
– Kann ein arbeiðsgevari krevja, at ein mamma fer frá húsum á náttartíð, fyri at møta til arbeiðis á dagvakt, fleiri tímar seinni, orsakað av komandi ódnarveðri, spyrja tær eisini.
Tær halda, at kommunurnar mugu hugsa um, at talan kann verða um støður, har tað almenna sambandið er slitið fyri veður. Mann leggur alla ábyrgd út til einstaka starvsfólkið, ið sum øllum kunnugt, ikki er harri yvir veður og vindi, siga teir báðar fakfelagsforkvinnurnar.
Tað, ið undrar tær, er, at hóast kommunurnar leggja seg uppat orðingini hjá Lønardeildini, er tann stóri munurin, at tær boða greitt frá, at frávera fyri veður, er ikki goldin frávera.
– Fyri okkum tykist tað sum, at kommunurnar fara eftir lægsta felagsnevnara, í staðin fyri, at hugsa um ta støðu tey seta síni starvsfólk í, siga tær.
Fyri starvsfólk ið eru sett í starv eftir sáttmála hjá Fíggjarmálaráðnum, eru hesar greiðu reglar galdandi: Fráverudagar orsakað av ringum veðri verða bert roknaðir sum goldin frávera, um alt alment ferðasamband er slitið orsakað av veðrinum.
Tað, at eitt starvsfólk heldur veðrið vera ov ringt at fara millum bygdir við bili, gevur ikki rætt til goldna fráveru, um almenna ferðasambandið annars ikki er slitið.
Er starvsfólk komið til arbeiðis av bygd, og veðrið er øtlað so mikið, at vandi er fyri, at ikki er komandi til arbeiðis dagin eftir, um farið verður heim um kvøldið, verður fráveran næsta dag ikki roknað sum goldin frávera, um ikki slepst til arbeiðis.
Tær báðar siga, at tá ið eldraøkið varð umsitið av landinum, nýttu tey hesa vegleiðingina. Tískil heita Heilsuhjálparafelag Føroya og Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar á Kommunufelagið um at gera eina felags vegleiðing fyri allar kommunurnar. Samstundis skjóta tey upp, at brúka somu vegleiðing sum Lønardeildin.
– Alt annað er órímiligt, siga tær báðar.