Tiknir í Íslandi fyri at smugla við Norrønu

Tveir mans eru tiknir fyri at smugla eina stóra nøgd av rúsevnum við Norrønu

Tveir mans eru nú varðahaldsfongslaðir í Íslandi, har teir eru skuldsettir fyri at hava rmuglað eina stóra nøgd av sterkum rúsevnum til Íslands við Norrønu.

 

Íslendskir miðlar siga í dag, at sum ikki eru íslendingar, eru skuldsettir fyri at smugla rúsevnini við Norrønu úr Hirtshald í Danmark, til Íslands í farnu viku.

 

Annar maðurin kom til Íslands við bili, har rúsevnið var fjalt í, men tá var hin maðurin longi komin til landið.

 

Menninir vórðu tó ikki handtiknir beinanvegin, men tá ið Norrøna var komin til Íslands, koyrdi maðurin, sum var komin við Norrønu av Seyðisfirði, til Reykjavíkar, har báðir so vórðu handtiknir um vikuskiftið, sigur løgreglan við íslendskar miðlar.

 

Av tí at málið verður kannað, vil løgreglan ikki siga, hvussu stóra nøgd, talan var um, ella hvaðani menninir eru. men vísir sgir kortini, at talan var um nøkur kilo.