Tað hevur verið stak friðarligt í nátt.
Tað eru boðini frá løgregluni í morgun.
Løgreglan brúkti annars ein part av náttini upp á at steðga bilum fyri at vita um bilførararnir var edrúir. Tey siga, at nógvir bilar vórðu steðgaðir, men at bilførararnir vóru allir adrúir.
Men í Eysturoynni kom løgreglan fram á ein bil, sum stóð parkeraður, men tey sóu at førarin sat í bilinum. Tá ið løgreglan bankaði uppá, sóu tey, at bilførarin sat og roykti og tað varð tók ikki langa tíð at finna út av, at tað var hassj, hann roykti.
Løgreglan sigur, at sostatt er hann nú skuldsettur fyri at roykja hassj og fyri at koyra bil, ávirkaður av hassji.
Í hesum sambandi varð blóðroynd tikin av honum og eru nøgdin av hassji í blóðinum yvir eitt vist, missur hann koyrikortið, akkurát sum um hann hevði koyrt við kenning.










