Tikin fyri at koyra við høgari promillu

- Tað var nakað av fólki í býnum í nátt, og tá skeinkistøðini lótu aftur, varð onkur biðin um at halda seg burtur úr náttarlívinum, sigur løgreglan.

Stutt eftir midnátt í nátt fekk løgreglan fráboðan um, at ein bilførari í Havn helst koyrdi ávirkaður av rúsdrekka.

 

Tað eydnaðist løgregluni at finna viðkomandi, og vaktleiðarin visti í morgun at siga, at bilførarin hevði rímiliga høga promillu.

 

Bilførarin, sum varð tikin við inn á støðina, er ikki føroyingur.

 

- Tí vistu vit ikki í fyrstu syfti, hvør persónurin er, men tað finna vit skjótt út av, og viðkomandi sleppur út aftur.

 

Vaktleiðarin visti annars í morgun at siga, at nakað av fólki var í býnum í nátt, men tað var heldur kalt í veðrinum.

 

- Okkurt smávegis var, tá skeinkistøðini lótu aftur, og heitt varð á onkran um at halda seg burtur úr náttarlívinum, sigur løgreglan.