Tikin fyri at koyra fullur

Klokkan tíggju minuttir í seks leygarnáttina varð ein maður tikin fyri at koyra fullur í Havn.
Løgreglan tók mannin á støðina, og blóðroynd varð tikin.

Seinni fæst at vita, hvat promillan var, og hvørt maðurin stendur til at missa koyrikortið, sigur vakthavandi á løgreglustøðini í Havn.