Í dag, annan hvítusunnudag, verður afturvendandi útiguðstænastan í Gundadali.
Hetta er triðja árið á rað, at útiguðstænasta er.
Guðstænastan er skipað sum ein vanlig guðstænasta við upplestri, bøn, signing og prædiku.
– Aftur í ár eru vit so heppin, at GHM og Havnar hornorkestur spæla undir sálmasanginum.
– Eftir guðstænastuna eru øll vælkomin í Badmintonhøllina til ein drekkamunn.
– Vónandi taka fólk væl undir við tiltakinum, siga prestarnir í suðurstreymoy.