Tíggju fólk deyð í flogvanlukkum í USA

Tvey smærri flogfør duttu niður í USA leygardagin. Minst tíggju fólk eru deyð, upplýsa myndugleikarnir.

 

Tvær fatalar vanlgukur við smærri flogførum hava kostað minst tíggju fólkum lívið í USA. Báðar hendingarnar vóru leygardagin.

 

Í statinum Georgia doyðu minst fýra fólk, tá eitt Piper-flogfari við tveinum motorum datt niður seinnapartin av enn ókendum orsøkum nærhendis Chatsworth. Tað upplýsa myndugleikarnir í staðnum sambært Reuters.

 

Býðurin er einar 120 kilometrar noðran fyri Atlanta.

 

Eisini eitt annað minni flogfar datt niður leygardagin seinnapartin í einum mosaøki í norðrara partinum av Wiscounsin, skriva Reuters og AP.

 

Øll seks fólkini í flogfarinum doyðu, upplýsir Gabe Lind frá skrivstovuni hja´sheriffinum í Price County.

 

Havaríserfrøðingar frá tjóðskaparliga flutningstrygdarráðnum, NTSB, eru sendir til vanlukkustaðið, upplýsir Eric Weiss, talsmaður frá NTSB.

 

Áðrenn vanlukkuna tosaði flogskiparin á flogfarinum, einum Cessna 421, um eitt »lokalt veðurfyribrigdi« við flogkontrollin, upplýsir talsmaðurin. Ferðafólkini vóru á veg úr Chicago til Kanada at fiska.

 

/ritzau/