Tigandi valdystur

Við juridiska notatinum um, at SÍ og SÍF ikki hava atkvøðurætt, eru bara 17 atkvøður at stríðast um, og til uppstillingina hava níggju feløg sagt seg stuðla Christiani Andreasen, nú hesin roynir at koppa sitandi forsetanum, Høgna í Stórustovu.

Hartil ljóðar, at í minsta lagi eitt annað felag hevur játtað sín stuðul til avbjóðaran, so um samgongan heldur tørn í morgin, er lagt upp til forsetaskifti.

 

Men tað tykist vera eitt skifti, har tað í løtuni er ógreitt, hvør nýggj akósin verður. Í øllum førum hjá almenninginum, sum ikki hevur fingið nakra sum helst fráboðan um, hvørja kós FSF nú skal seta í kortið.

 

Á fundinum í heyst vildu feløgini ikki siga stórvegis, tó at tað skjótt lak út, at ein stór útskifting í nevndini var ávegis, og undan valinum í morgin hevur avbjóðarin, Christian Andreasen, als ikki verið í kontakt við fjølmiðlarnar.