Føroya Fuglafrøðifelag skrivar, at Nevstuttur mási livir vanliga norðaliga í Vesturamerika og ferðast suður eftir á vetri fram við vesturstrondini. Hann er sjáldsamur fram við eysturstrondini í Norðuramerika, og tí er tað sera óvæntað, at júst hetta fuglaslagið skuldi koma til Føroya. Nevstuttur mási má roknast sum ein av sjáldsamastu og mest óvæntaðu fuglasløgunum, sum nakrantíð er skrásett í Føroyum. Bert ein skráseting hevur verið í Evropa áður. Tað var í 2003 í Azorunum.
Nevstuttur mási líkist skatumása, men hevur dimmari bak, er mjáari, hevur styttri nev og meiri hvítan lit á flogfjarðunum.











