Tað eru boðini frá FIFA-forsetanum, Sepp Blatter, sum kennir, at leikarar, sum fáa viðgerð, men ikki eru serliga skaddir, skulu bíða longur fyri at sleppa inn aftur í dystin.
- Eg haldi, at tað er ógvuliga irriterandi, tá spælarar, sum eru hálvdeyðir, knappliga koma til lívs aftur, so skjótt teir eru komnir av vølli, sigur 77 ára gamli Blatter í sínari vikuliga tátti.
- Dómarin skal tá lata leikaran bíða, inntil numeriska ójavnvágin hevur havt sína ávirkan á dystin, heldur Blatter fram.
- Hetta merkir í praksis, at talan er um tíðarrevsing, og tað kann fáa leikarar at umhugsa støðuna, leggur Blatter aftrat.
Hann heldur, at síðulinjan hevur fingið rehabiliterandi makt, sum leiðandi medisinskir serfrøðingar ikki megna at greiða frá.
Leikarar, sum hava fingið gult kort fyri at lata seg detta (síðani 2008)
• Gareth Bale 7
• Fernando Torres 3
• Adnan Januzaj 3
• Liam Lawrence 2
• David Bentley 2
• Ashley Young 2
• Luis Suarez 2
• Daniel Stuggidge 2
• Javier Hernandez 2
• Oscar 2
• Andy Carroll 2
• Emmanuel Eboue 2