Tíð at søkja um starvslønir

Nú er tíðin komin til at søkja um starvslønir til listarligt og mentanarligt arbeiði í 2014.

Nú er tíðin komin til at søkja um starvslønir til listarligt og mentanarligt arbeiði í 2014.

 

Tað boðar Mentanargrunnur Landsins frá.

 

Starvslønirnar verða lætnar soleiðis, at ein starvsløn verður galdandi í trý ár, og síðani verða starvlønir lætnar frá einum mánað til 12 mánaðir.

 

Upphæddin á starvslønini svarar til læraralønina á fólkaskúlans lønarstigi 21, stigi eitt, sum eftir 1. oktober 2012 er 24.696,87 krónur um mánaðin.

 

Umsóknarbløð fáast á skrivstovuni hjá Mentanargrunni Landsins ella á heimsíðuni hjá grunninum.