Tibetanar um at missa tolið

Higartil hevur tibetanski uppreisturin ímóti Kina verið friðarligur, men fjúsið er farið at styttast

Í gjár gingu tibetanar kring allan heimin mótmælisgongu til minnis um teirra uppreistur ímóti kinesiska harradøminum. Eisini í sjálvum Tibert vóru mótmæli. Har gingu umleið 300 munkar ígjøgnum gøturnar í høvuðsstaðnum Lhasa, har teir kravdu, at munkar, sum sita í fongsli, skulu latast leysir.

 

Myndugleikarnir høvdu brynjað seg til mótmælini. Við eina vegabyrging stóðu trygdarhermenn við umleið10 hernaðarakførum og fleiri sjúkrabilum. Vesturlendskar keldur siga, at millum 50 og 60 munkar vórðu tiknir, men at eingin veit, hvar teir eru.

 

Í Nepal gingu nógvir tibetanar mótmælisgongu. Eisini har legði løgreglan uppí, at fleiri fólk vórðu særd.

 

Talsfólk hjá tibetanum í útlegd siga seg bera ótta fyri, at mótmælini í sjálvum Tibet fara at harðna, tí fólk halda ikki, at friðarlig mótmæli geva nakað úrslit.