Tí verður løgmaður ikki við HB

Tað er ein orsøk til, at Kaj Leo Holm Johannesen ikki verður á bonkinum hjá HB

Fyrr í dag skrivaðu vit á in.fo, at HB hevur trupulleikar á málmanspostinum undan steypafinaluni. Liðið hevur ongan eykamálverja og tí eru boð eftir framherjanum, Poul Ingason, sum tekur við um Teitur M. Gestsson verður skaddur ella fær leikbann.

 

Les eisini: Poul Ingason eykamálverji hjá HB í steypafinaluni

 

Fleiri hava bitið merkið í, at løgmaður, 49 ára gamli Kaj Leo Holm Johannesen, helt málið reint fyri 1.deildarliðið hjá HB farna vikuskiftið, tá teir heldur óvæntað vunnu 1-0 á FC Suðuroy. Heðin Askham, venjari hjá HB, hevur tó ikki umhugsað at taka Kaj Leo við til steypafinaluna.

 

Les eisini: Kaj Leo aftur í HB-málinum

 

- Løgmaður hevur aðrar uppgávur tann dagin, so tað letur seg ikki gera, sigur Heðin Askham og leggur afturat.

 

- Vit kunnu ikki taka ein 50 ára gamlan mann inn á liðið, sum ikki hevur vant í alt ár, sigur Heðin Askham og avsannar allar søgur um, at løgmaður faktist kundi verið ein partur av hópinum hjá HB í steypafinaluni.

 

Kaj Leo H. Johannesen, sum fyllir 50 ár í morgin(hósdagin), skal sjálvur handa løgmanssteypið. Eitt steyp hann var við til at vinna við HB í 1989, 1992, 1995 og 1998.