Vit síggja í alt ov stóran mun, at pedagogar stinga í sekkin og rýma av landinum.
Tað staðfestir Maud Vang Hansen, forkvinna í Pedagogfelagnum.
Hon vísir á, at Pedagogfelagið er størsta fakfelag á almenna økinum í Føroyum og felagið varar 2000 starvsfólkum.
Av teimum eru tey allarflestu kvinnur í burðarførum aldri.
- Hesin samfelagsbólkur er viðkvæmur, og vit síggja í alt ov stóran mun, at hesin samfelagsbólkur stingur í sekkin og flytir av landinum.
Hon nevnir fleiri orsøkir til, hví støðan er, sum hon er.
- Hetta eru viðurskifti, sum kunnu broytast, men lurtar politiska skipanin, sum er arbeiðsgevarin hjá pedagogum, ikki leftir ráðgeving og áheitanum frá fakfólkum á námsfrøðiliga økinum, gongur tað galið, sigur hon.
Dømi um hví pedagogar flyta av landinum, eru millum annað:
· At tað er alt ov trupult at fáa eitt fulltíðarstarv innan okkara sáttmálaøki.
· At lønin er so lág, at tað er nærum ógjørligt at kunna forsyrgja sær sjálvum við bert einari løn, og at tað ber als ikki til við einari niðursettari løn.
· Ótrygg setanarviðurskifti, tá barnatalið á dagstovnum minkar.
· At arbeiðsumstøðurnar nógva staðni eru so vánaligar, at tað letur seg ikki gera at arbeiða fulla tíð.
Orsøkirnar til, at arbeiðsumstøðurnar eru vánaligar, eru millum annað:
- Ov nógvur larmur frá børnum. Onign avloysari, um føst starvsfólk eru sjúk ella í feriu.
- Lítil og onign førleikamenning.
- Ongin tíð til at eftirmeta tað pedagogiska arbeiðið.
- Torført at halda pausur.
- Ov fá starvfólk og tískil trupult at røkka endamálinum í dagstovnalógini umframt at røkka teim krøvum, sum arbeiðsgevarin og politiski myndugleikin stingur út í korti.
- At 40 tímar eru ov nógvir tímar at arbeiða um vikuna.
- At okkum tørvar fasta áseting av normering, og hava vit bert vegleiðandi tølini frá Almanna- og heilsumálastýrinum, sum alsamt ikki verða fylgd, hóast tey eru bygd á eitt minstamark fyri, hvat er forsvarligt.
Maud Vang hansen sigur, at hetta eru nakrar orsøkir til, at pedagogar flyta av landinum.
- Flyta stavsfólkini, ella flyta foreldrini við teirra børnum, nyttar lítið, at vit standa eftir við tómum dagstovnum og gyltum lyftum, sigur hon.
Les eisini grein hjá Maud Vang Hansen undir teiginum ”Lesarabrøv”, har hon útgreinar síni sjónarmið. Greinin ber heitið: Námsfrøðingar eru eisini serfrøðingar.