Kai Vágfjall
Eg helt tað vera ómetaliga stuttligt her fyri at lesa og hoyra, at Edmund Joensen hevði tosað við danska forsætisáðharran, um at tiðna blokkin upp. Eg sá fyri mær ein av hesum stóru blokkumum, sum ein kundi síggja á gøtunum í heitu londunum, sum verða tiknir fram og knústir, fyri at verða brúktir at køla við.
Onkuntíð kundi ein slíkur blokkur liggja ov leingi, so eftir stuttari tíð kundi hann verða tiðnaður so nógv, at hann at enda var heilt burtur. Við hesari myndini í huganum, var tað tí søtur tónleikur í mínum oyrum, tá Edmund kom við hugskotinum, um at tiðna blokkin upp, og helt at maðurin helst hevði misskilt okkurt, og at tað var helst tí, at Lars Løkke Rasmussen var so fegin um at spara 600 milliónir.
Hvat bjóða nýggju og yngri kreftirnar?
Eftir síðsta løgtingsval komu fleiri nýggj, ung fólk á ting; nøkur av hesum fyri sambandsflokkin. Eg hugsaði, at nú fara vit at síggja stórar broytingar í hesum mumieseraða flokki, hóast hesin flokkur er vorðin meira nýmótans síðstu árini, tá hugsað verður um, at hann hevur verið við til at framt nakrar yvirtøkur.
Nú veit eg ikki hvørji vallyftir hesi fólk hava brúkt sum valagn, men tær vónir eg hevði til hesi fólk (menn), hava ikki hildið, men skuffa meg almikið. Eg roknaði við, at hesir komu við nýggjum og stimbrandi tonkum og hugskotum. Væntaði at hesir fóru at bróta upp um armar og koma við ítøkiligum boðum uppá framtíðina og teir trupuleikar, sum vit í løtuni dragast við.
Tíverri, her er einki, als einki at hóma. Einasta boð, summir av hesum hava, er eitt hjálparleyst vesalakent uppskot um, at vit skulu súgva meira av donskum pengum til okkum, við at tiðna blokki.
Í einari blaðgrein fyri og aðrari eftir, gráta hesir politisku píningar um, hvussu nógv vit hava mist, tá blokkurin varð skerdur 366 milliónir. Ikke eitt orð um, hví at hann var skerdur, at orsøkin var yvirtøkan av m.ø. skúlanum, nakað sum teir áttu at veri stoltir av. Álvara tos, hvussu skralltómur og politiskt geldur kann ein vera, sum bjóðar seg fram at stýra einum landi??










