Tí fari eg í rættin

Jørgen Niclasen gjørdi í gjár av at draga sonevnda tollmálið inn í føroysku rættarskipanina. Løtu seinni fór hann á innanhýsis fund í Fólkaflokkinum. Hoyr Jørgen Niclasen á Rás2 klokkan trý

 

Jørgen Niclasen gjørdi í gjár av at draga sonevnda tollmálið inn í føroysku rættarskipanina. Løtu seinni fór hann á innanhýsis fund í Fólkaflokkinum. Hoyr Jørgen Niclasen á Rás2 klokkan trý.

 

- Eg kann ikki longur góðtaka, at nevndu fjølmiðlar hava sett eina útspillingarherferð ímóti mær, einans við tí endamáli at oyðileggja mína politisku framtíð.

 

Tað segði Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum og formaður í Fólkaflokkinum, tá hann stutt fyri klokkan fimm seinnapartin í gjár boðaði frá, at hann fór í rættin við sonevnda tollmálinum.

 

Les eisini: Jørgen stevnir KvF og Portalinum

 

Jørgen Niclasen boðaði frá, at hann hevði biðið sín advokat um at stevna Dia Midjord, stjóra í KvF, Liljuna Weihe, tíðindaleiðara, Jan Lamhauge, journalisti og Sveini Tróndarsyni, sum var tíðindamaður og ábyrgdarhavari á Portalinum, tá tollmálið fór av bakkastokki 19. desember í fjør.

 

Stutt eftir fráboðanina um stevning fór Fólkaflokkurin á innanhýsis fund fyri at viðgera støðuna.

 

Hoyr Jørgen Niclasen beinleiðis í tíðindunum á Rás2 klokkan trý.