Thorshavn sleipaður til Tórshavn

Tað gekk ikki eftir vild, tá M/S Thorshavn í gjár skuldi sigla til Vestmanna

 

 

M/S Thorshavn var millum bátarnar, sum ætlaðu sær á bátastevnu í Vestmanna, men tað gekst ikki eftir vild, tá siglt varð norður av Tvøroyri.

 

Suðurrás skrivar, at báturin fekk trupulleikar við motorinum, tá teir vóru staddir vestanfyri Lítla Dímun, og tí varð neyðugt at senda boð eftir hjálp.

 

Tað tók bert eitt korter, til Rescue Lív var á staðnum, og um hálvgum-fimm tíðina í nátt komu teir á Havnina við Thorshavn, skrivar sudurras.fo.