Hevði fólkatingsval verið í Danmark nú, høvdu andstøðuflokkarnir vunnið við 97 tinglimum ímóti 78. Tað vísir ein nýggj kanning, sum Epinion hevur gjørt fyri kringvarpið DR. Samanborið við eina tilsvarandi kanning fyri einum mánað síðani høvdu andstøðuflokkarnir fingið tveir tinglimir afturat.
Sostatt hevur 2020-ætlanin hjá stjórnini ikki styrkt støðuna hjá tí borgarliga vonginum, og tað ásannar politiski framsøgumaðurin hjá Vinstra, Kristian Jensen, eisini í samrøðu við DR.
Teir báðir stjórnarflokkarnir kunnu tó fegnast um, at teir hava framgongd samanborið við kanningina í mars. Vinstri hevði fingið ein tingmann afturat og Konservativi tveir. Harafturímóti hevði Danski Fólkaflokkurin mist tríggjar og Liberal Alliance tveir samanborið við mars-kanningina.










