Týsdagin boðaði Thorbjørn Jagland uppstillingarnevndini hjá Arbeiðaraflokkinum í Buskerud frá, at hann ætlar sær ikki at stilla upp á stórtingsvalinum næsta ár. Boðini komu eitt sindur óvart á hansara stuðlar, tí upprunaliga hevði Jagland sagt, at hann ætlaði sær at taka eitt valskeið afturat í Stórtinginum. Men ístaðin fyri Stórtingið í Oslo ætlar Jagland sær nú at átaka sær aðalskrivarastarvið í Evroparáðnum.
Tað var stjórnin, sum vendi sær til Thorbjørn Jagland og spurdi, um hann hevði áhuga í aðalskrivarastarvinum. Hetta merkir ikki, at hann hevur fingið ella fær starvið, tí í veruleikanum er hann tað norska evnið til eitt starv, sum ivaleyst onnur lond fegin vilja hava fatur á. Men Jagland sjálvur heldur seg hava ein góðan møguleika at fáa tað, og eftir hansara tykki er aðalskrivarastarvið í Evroparáðnum tað triðtýdningarmesta av sínum slagi í Evropa aftan á aðalskrivarastarvið í NATO og formansstarvið í ES-nevndini.
-Hetta verður ein harður dystur, men eg havi fingið vissu fyri, at í týðandi støðum var stórur áhugi fyri at fáa meg at stilla upp, segði Jagland á tíðindafundi í Oslo týsdagin.
"Rotterace"
Í gjár helt ráðharranevndin hjá Evroparáðnum fund, og har varð formliga boðað frá, at Noreg stillar Thorbjørn Jagland upp sum aðalskrivaraevni. Nú byrjar so "valstríðið", sum verður eitt av teimum drúgvu, tí starvið sum aðalskrivari verður ikki sett fyrr enn tann 22. juni næsta ár. Tá fæst at vita, at tann gamli norski politikarin skal flyta sítt arbeiðsstað úr Oslo til Strasbourg. Kanska er tað ein fyrimunur fyri Jagland, at núverandi formaðurin í ráðharranevndini hjá Evroparáðnum eitur Carl Bildt, sum er svenskur uttanríkisráðharri.
Thorbjørn Jagland bleiv forsætisráðharri, tá Gro Harlem Brundtland fór frá, men sambært honum sjálvum fekk hann ikki stundir til at fegnast um tað starvið. Hetta tíðarskeiðið var merkt av stríði millum hann og Jens Stoltenberg, og sjálvur hevur Jagland lýst hesa tíðina sum "ett av de største rotteracene i norsk politisk historie.
-Eg fekk ikki tíð at gleðast um forsætisráðharrastarvið. Mær dámdi sera væl starvið sum uttanríkisráðharri, og mær daámar sera væl starvið sum stórtingsformaður, segði hann á tíðindafundinum í Oslo fyrr í vikuni. Hann minti samstundis fjølmiðlarnar á, at hann bleiv valdur til floksformann ikki færri enn fimm ferðir.
Sett síni spor
Jens Stoltenberg, forsætisráðharri, var á ST-aðalfundi í New York, tá Thorbjørn Jagland kunngjørdi, at hann hevur gjørt av at taka seg burtur úr norskum politikki og at royna seg á tí evropeiska pallinum. Boðini komu sjálvandi ikki óvart á Stoltenberg, eftir sum tað júst er stjórnin, sum hevur virkað fyri at útvega Jagland undirtøku til aðalskrivarastarvið.
-Vit hava havt samband við fleiri lond og kannað, hvørjar møguleikar Jagland hevur, áðrenn hann játtaði av taka av, segði Stoltenberg. Hann vildi ikki siga, hvørji lond fara at styðja tað norska valevnið, ella hvørji lond Noreg hevur havt samband við, men tað skiltist, at stjórnin hevur kunnað Carl Bildt um gongdina. Spurdur, hvønn lut Thorbjørn Jagland hevur havt í norskum politikki, svaraði Stoltenberg stutt:
-Jagland hevur sett síni spor.
(Keldur: Aftenposten, NRK)
__________________________________________________________________
Fakta: Thorbjørn Jagland:
* Thorbjørn Jagland er føddur í býnum Drammen í Suðurnoregi tann 5. november 1950 og útbúgvin búskaparfrøðingur.
* Hansara politiska lívsleið byrjaði í ungmannafelagnum hjá Arbeiðaraflokkinum í Buskerud, og í 1973 varð hann valdur til formann. Frá 1977 til 1981 var hann formaður í Arbeidernes Ungdomsfylking (AUF). Her kann verða nevnt, at sum ungdómsleiðari hjá norska Arbeiðaraflokkinum var hann eina ferð í Føroyum sum gestur hjá Sosialistiskum Ungmannafelagi. Seinni gjørdist hann aðalskrivari í Arbeiðaraflokkinum, og tað starvið røkti hann til 1992.
* Í 1992 bleiv Thorbjørn Jagland valdur til formann í Arbeiðaraflokkinum, og hann sat í formansstarvinum til 2002, sum Jens Stoltenberg tók við.
* Thorbjørn Jagland hevur sitið í Stórtinginum síðani 1993. Tvey skeið var hann formaður í uttanríkisnevndini hjá Stórtinginum, og síðani 2005 hevur hann verið tingformaður.
* Thorbjørn Jagland gjørdist forsætisráðharri í oktobur í 1996, tá Gro Harlem Brundtland legði frá sær. Eitt lítið ár seinni gjørdu hann og stjórn hansara av at fara frá, tí á stórtingsvalinum í 1997 fekk Arbeiðaraflokkurin ikki tey 36,9 prosentini av atkvøðunum, sum Jagland hevði sett sær sum mál.
* Frá mars í 2000 til oktobur í 2001 var Thorbjørn Jagland uttanríkisráðharri í teirri fyrstu stjórnini hjá Jens Stoltenberg. Øll tey 16 árini í Stórtinginum hevur Jagland verið sera virkin í tí uttanríkispolitiska arbeiðinum, og hann hevur millum annað verið limur og formaður í teirri stórtingsnevndini, sum umsitur samstarvið við Evropatingið.
* Thorbjørn Jagland hevur skrivað fleiri bøkur um politisk viðurskifti, eitt nú bókina "Min europeiske drøm", sum kom út í 1990.










