Hósvík
Felagið Thor í Hósvík man teljast millum størstu reiðaríir í landinum og borgarstjórin í Sunda kommunu, Heðin Zachariassen, sigur, at tey eru sera errin av at hava eitt slíkt felag í kommununi.
- Thor hevur eini 25 skip í fiski-og frálandavinnu og samlaða talið av fólki, sum eru í starvi hjá felagnum, liggur um 350.
Hann vísir á, at ein av týðandi uppgávunum hjá kommununi er at skapa vinnuni góðar karmar.
Byggir havn
Tað er ein tíð síðan, at Thor søkti Sunda kommunu um loyvi at sleppa at byggja atløgubryggju í Hósvík. Endin av hesum máli var, at átta av tilsamans 11 bygdaráðslimum atkvøddu fyri at selja felagnum matr. nummarið, har teir umleið 120 metrarnir av atløgu skulu byggjast.
- Vit hava gjørt ein sáttmála við Thor um, at felagið byggir, eigur og rekur havnina. Hetta er ein íløga upp á einar 12-14 miljónir krónur, sum vit í kommununi ikki høvdu hættað okkum undir í løtuni.
Heðin vísir á, at Thor ivaleyst er vitandi um, at skuldu tey bíða eftir kommununi, hevði tað helst tikið ov rúma tíð.
- Felagið hevur tørv á størri atløgu til sítt virksemi, og tí hevur felagið sett upp á at byggja havnina og gera hesa íløgu sjálvt.
Borgarstjórin sigur, at ymiskar treytir eru í sáttmálanum millum partarnar.
- Um ikki onnur avtala er gjørd millum felagið og kommununa, skal atløgubryggjan standa liðug í hesum árinum. Tað er ein treyt fyri at sleppa at keypa og varðveita ognarlutin, at atløgubryggjan verður bygd.
Heðin sigur, at avtalan millum partarnar eisini ber í sær, at við møguligari sølu av havnini hevur kommunan forkeypsrætt, sum tað verður rópt, men hetta verður so upp á marknaðar treytir.
- Í sáttmálanum hava vit eisini treytað okkum, at møguligar inntøkur av havnini, sum ikki stava frá skipum hjá Thor, skulu býtast við 2/3 til Thor og 1/3 til Sunda kommunu.
Íløgur til annað
Borgarstjórin heldur, at avtalan millum Sunda kommunu og Thor er góð, tí hetta gevur kommununi rásarúm til aðrar neyðugar íløgur.
- Vit hava selt felagnum lendið fyri 600.000 krónur, og byggingin av atløgusíðuni kemur ikki at kosta kommununi nakað, sigur hann.
Atløgubryggjan, sum Thor nú fer at byggja í Hósvík, er góðkend av Landsverki.
- Vit hava skilt, at felagið ætlar at byggja atløguna út á umleið 12 metra dýpi. Hetta merkir, at felagið fer at gera bryggjukant, og síðan verður útfylling innanfyri, so nakað av upplandi spyrst burtur úr.
Atløgubryggjan hjá Thor verður bygd niðanvert RenoVent og suðureftir.
- Sunda kommuna eigur nógv uppland og hevur góðar møguleikar fyri kommunalari havnabygging. Okkara framtíðar útbygging av havnalagnum í kommununi verður í Hvalvík, sigur Heðin Zachariassen, borgarstjóri.