Viðgerðin byggir á vitanina um heilans elektronisku sveigg, sum kunnu mátast.
Skiftivís verða skjót ljóð og ljós send til vinstra oyra/høgra eyga og umvent. Hetta bøtir um vantandi javnvágina millum tær báðar hálvurnar av heilanum. Ofta er høgra hálva meira ment, og tað sæst aftur í, at fleiri børn og ung, sum hava lesitrupulleikar eru kreativ á ymsan hátt, og fleiri minnast eisini sera væl.
Fólkini liggja væl, meðan viðgerðin fer fram, við einum teppi yvir seg í einum skýmligum rúmi. Við oyrabúffum og brillum. Fólkini sovna ofta, men tað hevur ongan týdning fyri úrslitið. Gjøgnum hoyritelefonirnar koma ymisk eletronisk ljóð og róligur tónleikur inn í høvdið, og í brillunum blinkar eitt reytt ljós.
Fyri at viðgerðin skal eydnast er neyðugt at vilja tað sjálv/ur. Tað tænir ongum endamálið, um foreldrini noyða børnini at fara í viðgerð.
Sagt verður um viðgerðina, at umframt at læra at lesa ella lesa betur, gevur tð persóninum størri sjálvsálit, størri sjálvsvirðing og hug at lesa og skriva.










