Theresa May vil hava breiða semju um ES

Konservativa stjórnin í Bretlandi vil nú hava breiða semju um ES-samráðingarnar.

 

Forsætisráðfrúan í Bretlandi vil nú finna »størst møguligu« semjuna um, hvussu samráðingarnar um fara úr ES.

 

Tað kom fram í røðuni hjá bretsku drotningini, sum hon helt fyri tjóðartinginum í dag.

 

Stórabretland skal samráðast við ES um treytirnar at fara úr ES. Konservativi flokkurin hevur staðið fyri hørðu linjuni í samráðingunum, meðan andstøðuflokkurin Labour hevur staðið fyri tí bleytaru linjuni.

 

Fyrr í ár skrivaði Theresa May út val fyri at tryggja sær fólksins stuðul til hørðu linjuna hjá sær, sum millum annað kann føra til at siga nei til frælsu flytingina hjá arbeiðsmegini.

 

Valið endaði tó við, at tey Konservativu fingu stóra afturgongd. Tí var spurningurin, um Theresa May fór at gera semju við Labour fyri at skapa breiðaðir stuðul til politisku linjuna í samráðingunum.