Theresa May skal nú kortleggja Brexit

Komandi dagarnar fara forsætismálaráðharrin í Bretlandi, Theresa May og aðrir ráðharrar at tosa saman um nær grein 50 skal aktiverast

David Cameron trekti seg sum forsætismálaráðharri eftir fólkaatkvøðuna, ið staðfesti, at ein meirluti av bretska fólkinum ynskti at Bretland skuldi úr ES.

 

Í hansara stað kom Theresa May. Hon staðfesti skjótt, at hon fór at standa ið ynskinum hjá bretska fólkinum og byrja tilgongdina, at fáa Bretland úr ES.

 

Mannagongdin er tann, at grein 50 í ES traktatini skal aktiverast, ið staðfestir eitt ynski um at melda seg úr og síðani fer ein tvey ára tilgongd í verk, har endin er, at limalandið skal endaliga meldast úr ES.

 

Enn hevur Bretland ikki tikið tað stigið, men nú skal tað skjótt verða. Millum annað Frakland hevur sagt, at bíðast kann ikki alt ov leingi, men samráðingarnar skulu byrjast skjótt.

 

Komandi dagarnar fara Theresa May og aðrir ráðharrar, m.a. uttanríkisráðharrin Boris Johnson, at samráðast um hvuss farast skal fram. Eftir øllum at døma eru tey so samd um, at tilgongdin verður ikki sett í verk í ár. Stjórnin hevur fyrr sagt, at tey vilja so góða tíð sum gjørligt.

 

Tað hevur annars verið trýst á stjórnini í Bretlandi um at fáa gongd á. Ikki bert frá ES og øðrum limalondum, men eisini innanlanda frá politikkarum. Serliga frá tí ES-kritiska vonginum í Konservativa flokkinum, ið meta ein einki fær burturúr við at bíða.

 

Útmeldingin verður allarhelst ein stór fløkja, tí tað er nógv, sum skal fáast uppá pláss. Frammaliga liggur sálvandi allar handilssavtalu, sum Bretland nú skal til at samráðast um av nýggjum.