Theresa letur kafe upp á Tvøroyri

Í fjør fór hon í farloyvi úr starvi sínum sum stjóri á Visit Tórshavn fyri at gera ein ferðavinnupolitikk fyri Tvøroyrar kommunu. Tað letur til, at Theresa Turidardóttir Kreuzmann hevur stóra trúgv upp á møguleikarnar har suðuri, tí 1. august í ár gavst hon sum stjóri í Visit Tórshavn og sambært Business Line hava hon og makin, Emil Lisberg Jacobsen, stovnað eitt smápartafelag, Glasstovan á Tvøroyri.

 

Business Line, sum hvørja viku ger ein samandrátt av øllum broytingunum í partafelagsskránni, skrivar, at endamál felagsins er, sambært stovnarunum, at reka virksemi við matstovu, café og takeaway.

 

Smápartafelagið Glasstovan er skrásett á Tvøravegi 25, sum er eitt handilshøli í miðbýnum á Tvøroyri, beint við omankoyringina á havnarlagið.