Við málum frá Luton Shelton og Jonathan Stead innanfyri 12 minuttir vísti tað seg, at Shefield United høvdu gjørt nóg mikið til at náa til fimta umfar av FA-Cup. Lutakastið um, hvør skal møta hvørjum í fimta umfari verður í dag, og bert seks av Premier League liðunum eru eftir í heimsins elstu steypakapping.
Ungt talent ávegis
Manchester City liðið við svenska Sven-Goran Eriksson sum venjara megnaði at minka um munin tíðliga í øðrum hálvleiki við máli frá unga og evnaríka Daniel Sturridge, men tað skuldi vísa seg at gerast ov lítið hjá City, ið ikki kláraðu at fáa meira burturúr. Hesin ungi Daniel Sturridge er systkinabarn Dean Sturridge, ið best var kendur sum áleypari í feløgunum Derby og Wolverhampton.
City viðhaldsfólkið avgjørdu dystin
City vóru upprunaliga avgreiddir innan 12 minuttir, men tað var partvís orsakað av teirra egnu viðhaldsfólkum, ið høvdu valt at taka eina øðiliga rúgvu av luftballónum í bláum og hvítum litum til á tann hátt at seta lit á dystin. Men tey høvdu kanska ynskt at tey ikki tóku so nógvar við, tí ein av hesum ballónunum hevði beinleiðis ávirkan í fyrsta málinum hjá “The Blades”. Innlegg kom úr vinstra borði, har bólturin so boblaði uppá ballónina og framvið Michael Ball, ið tessvegna ikki fekk sparka vekk, og so var laga manni hjá manninum av Jamaica, Luton Shelton at leggja heimaliðið á odda. Málið er bert tað triðja hjá Shelton, síðani skiftið hjá honum frá svenska felagnum Helsingborg. Hann kostaði Bryan Robson og hansara monnum, 18,5 milliónir krónur. So okkurt man fyrrverandi Manchester United miðvallarin hava lært hann í Sheffield.
United og Liverpool
Øll tey ”stóru fýra” vunnu sær atgongd til lutakastið til fimta umfar í FA Cup, og hetta gjørdu tey, við at vinna á ávíkavist Tottenham, Havant & Waterlooville, Wigan og Newcastle.
Manchester United og Tottenham spældu ein spennandi og vælspældan dyst, har serliga Owen Hargreaves og Cristiano Ronaldo skaraðu framúr. United vunnu dystin 3-1. Málini skutu Tevez, Ronaldo 2, og fyri Tottenham skoraði Robbie Keane.
Liverpool hevði vitjan av Non-League liðnum Havant & Waterlooville, ið hava tikið øll á bóli í FA Cup í ár og rokkið so langt í kappingini. Liðið liggur heili 123 pláss lægri enn Liverpool, men hóast hesa sannroynd, megnaðu teir at leggja seg á odda heili tvær ferðir í dystinum. Móti endanum var tað tó ov stórur munur á, og taptu teir 5-2. Men dysturin vísir, at andin á FA Cup framvegis livir væl. Ein kapping, har mann aldrin kann vera vísur í, hvat úrslitið fer at verða, hóast tað eru 123 pláss á muni millum liðini.
Í boks:
Úrslitini í fjórða umfari vóru:
Arsenal-Newcastle 3-0 (Adbayor2, s.m.)
Barnet-Bristol Rovers 0-1 (Lambert)
Coventry-Millwall 2-1 (Hughes, Mifsud - Simpson)
Derby-Preston 1-4 (Earnshaw - Hawley2, Whaley, Mellor)
Hereford-Cardiff 1-2 (Robinson – McNaughton, Thompson)
Liverpool-Havant&W. 5-2 (Lucas, Benayoun3, Crouch – Pacquette, s.m.)
Mansfield-Middlesbrough 0-2 (Dong-Gook, Buxton)
Man. Utd.-Tottenham 3-1 (Tevez, C.Ronaldo2 - Keane)
Oldham-Huddersfield 0-1 (Beckett)
Peterborough-W.B.A. 0-3 (Bednar, Koren, Phillips)
Portsmouth-Plymouth 2-1 (Diarra, Kranjcar - Clark)
Sheffield Utd.-Man. City 2-1 (Shelton, Stead - Sturridge)
Southampton-Bury 2-0 (Surman, Raziak)
Southend-Barnsley 0-1 (Campbell-Ryce)
Watford-Wolves 1-4 (O’Toole – Keogh2, S.Elliott, Bothroyd)
Wigan-Chelsea 1-2 (Sibierski – Anelka, Wright-Phillips)
Lutakastið, um hvør skal møta hvørjum, í fimta umfari, verðu seinnapartin í dag.