The White Album fyllir 50 ár í dag

The Beatles góvu tann 22. November í 1968 út eina útgávu, ið stendur sum ein søguligur varði.

The Beatles góvu tann 22. November í 1968 út eina útgávu, ið stendur sum ein søguligur varði.

 

 

Talan er um sonevnt dupult album, har 30 sangir eru á.

 

 

Talan er um The White Album, ið fekk navnið  millum manna, tí plátuhúsin er hvítur allur sum hann er, uttan líka tað, at navnið á bólkinum stendur á. Onki er á baksíðuni, og í miðjuni er listi yvir sangirnar, og fýra myndir – ein av hvørjum av limunum í bólkinum, men ongin bólkamynd.

 

 

Útgávan er upptikin í Abbey Road Studios í mai-oktber 1968, og at sangirnir eru teir flestu skrivaðir í februar til apríl, eftir at  liminrnir vóru á ferð í India. At ongin bólkamynd er, er neyvan tilvild, tí hóast sera skapandi, so merktist í bólkinum, at teir ikki altíð sótu so væl um sátt longur.

 

 

Útgávan varð seld í 9,5 milliónum eintøkum í USA, og nærkaðist 30 milliónum seldum eintøkum kring heimin.

 

Myndin omanfyri er tikin av The Beatles í 1968.