The Sweet er ein hin kendasti bólkurin frá sjeytiárunum og nakað inn í áttatiárini. Enski bólkurin kom á sonevndu glamrockbylgjuni á hægstu tindar og hevði øll hesi ár eina ørgrynnu av hittum. Nevnast kunnu Fox on the Run, Little Willy, Wig Wam Bam, AC/DC, Teenage Rampage, Ballroom Blitz, Hellraiser og Love is like oxygen og onnur.
Nú vitjar The Sweet í Føroyum. The Sweet stendur á plakatini fyri Jóansøkufestivalin. Í dag stendur guitarleikarin Andy Scott á odda. The Sweet eru á ferð í alt summar í Europa og á jóansøku leggja teir altso leiðina til Suðuroyar á jóansøkufestival.
Bólkurin, sum meira enn nakar annar bretskur bólkur setti dagsskránna í sjeyti- og áttatiárunum, kemur til Føroya at vitja í summar, og óivað eru allar heimsplágurnar, sum teir lótu úr hondum hesi árini, á skránni.
At nøvn frá hesum árunum vitja í Føroyum er ikki ókent, men The Sweet má sigast at hava sett sær fleiri varðar, enn tey flestu, tá um ræður røðina av hittum, sum bólkurin lat eftir seg. Fyrst við íoyrafallandi løgum, sum lurtarin beinavegin kundi taka til sín, og síðani so spakuliga yvir til Fox on the run og til endans óføra lagið Love is like oxygen. Eitt tyssi, ið inniheldur blómur í øllum litum.
Kend nøvn
Umframt heimsnavnið Sweet, so koma genturnar úr íslendska bólkinum Nylon at vitja og prýða jóansøkupallin. Millum føroysku nøvnini er nú greitt, at har teljast m.a. Makrel, Deiggj sum Gasolin? Jam, Guðrun Sólja Jacobsen, Paradox og The Dreams, sum júst nú eru við í spennandi kapping í MTV.