The Story Ends á G!

Ovast á 15 teimum bestu og millum nøvnini á ársins G! Festivali, hetta er ein heilt serlig vika fyri ungu havnarmennirnar, ið mynda bólkin The Story Ends.

 
The Story Ends er ein av bólkunum á fløguni við tí løgna navninum Malagrót, og lagið Dancing Around Honlulu, endaði hesa vikuna á ovastu rók á 15 teimum bestu. Samstundis hevur G! Festivalurin almannakunngjørt, at bólkurin er á skránni á ársins festivali.
Festivalurin skrivar m.a. um bólkin: Vinnandi medferðin og heilt serligi humorin í tónleikinum, er saman við einfaldum og fangandi løgum partur av uppskriftini og grundini til at tú ikki kanst standa ímóti, men mást geva teg yvir, tá The Story Ends fara á pallin.
Tá ið The Story Ends tóku lut á Global Battle of the Bands í fjør, komu teir í tjóðarfinaluna og vóru tað mong, ið høvdu veddað sparipengarnar á at júst hesin, nú helst mest hypaði bólkur í landinum, The Story Ends, skuldi strúka avstað til London. Tað bleiv Marius, og tað var púra rætt og eingin var keddur av tí. Men um vit skulu loyva okkum at gita um ein komanadi vinnara, so mann The Story Ends vera millum góðu boðini.
 
Øgilig menning
The Story Ends hevur verið til í eini trý ár, men serliga síðsta árið er bólkurin mentur nógv, og tað mundu verið fá, ið høvdu torað at spátt, at hesin bólkur skuldi enda ovast á 15 teimum bestu longu í ár, tá bólkurin síðsta summar spældi m.a. á G!. Men menning er øgilig.
G! Festivalurin skrivar víðari um bólkin Filip Mortensen mann uttan iva vera ein hin besti oddamaðurin í føroyskum tónleiki. Hansara vakra rødd og róliga smíl rúnarbindur áhoyrararnar, sum ikki kunnu annað enn drekka inn av hvørjum einasta orði og tóna, ið kemur av hansara munni. Ikki langt aftanfyri seg hevur hann Hanus Mikal Andreasen, ið av sonnum er eitt stjørnuskot á føroyska guitarhiminum. Men heldur enn at fara vegir, aðrir fyrr hava slóðað, er Hanus ein guitar anti-hetja. Hanus spælir kantut og ófantaligt og fyllir eitt og hvørt rúm, ið er fyri  frá kjallara til ítróttarhøll, Losju til Norðurlandahús, tá ið hann spælir sínar heilt sermerktu soloir. Sum klettfasti grundvøllurin undir Filipi og Hanusi, liggja Heini Mohr Arnason og Andreas Dalsgaard á ávíkavist bassi og trummum. Teir kenna sítt pláss, fara ikki har, teir ikki grynna og eru soleiðis fullkomni botnurin til avbera leksiligu lagkakuna, kallað The Story Ends.
The Story Ends eru millum mest spennandi og lovandi tónleikabólkarnar í landinum í løtuni. Harafturat hoyra teir til nýggja ættarliðið í Føroyskum tónleiki, sum er í fullari gongd við at gera av við kvalandi Jantelógina. Hetta er eitt stríð og eitt endamál sum vit á G! taka undir við og stuðla av fullum hjarta. Hetta gera vit m.a. við at heilsa The Story Ends vælkomnum á G!-skránna fyri <st1:metricconverter w:st=&quot;on&quot; ProductID=&quot;2006.&quot;$?$end$!$2006.</st1:metricconverter$?$end$!$