The Rasmus liva dreingjadreymin

The Rasmus er søgan um 4 finskar vinmenn, ið hava gjørt dreingjadreymin til veruleika. Teir komu til Føroya í gjár og ætla at geva alt teir eiga, tá teir fara á pall á Summarfestivalinum í kvøld

The Rasmus er settur saman av vinmonnum, ið hava spælt saman síðani skúlaárini. Teir vandu í kjallaranum hjá foreldrunum hjá guitarleikaranum og vóru stórir í Finnlandi, innan altjóða gjøgnumbrotið. Teir høvdu fleiri fløgur á baki, innan sangurin In The Shadows gav atgongd til heimspallin.
Árini síðani altjóða gjøgnumbrotið hava teir ferðast heimin á tamb og hóskvøldið komu teir til Føroya og hóskvøldið var tíðindafundur á Hotel Vágum.
Tað vóru 4 vælupplagdir vinmenn, ið fryntliga og uttan hóvasták, tóku ímóti føroyskum miðlafólki, ið annars ikki á hvørjum degi hitta háaktuellar heimsstjørnur.

Dreymurin
The Rasmus hava verið til í 12 ár. Síðani skúlaárini hava teir spælt saman og gjørdust stórir í Finnlandi, innan altjóða gjøgnumbrotið, og meta teir, at hetta hevur gjørt, at teir hava dugað at handfarið undanvindin, og alt tað, ið heimurin hevur at bjóða, tá tað ræður um tað, sum hendir handan leiktjøldini.
Teimum dámar væl ferðingina, sum tónleikalívið hevur við sær. Teir vitja nógv lond og nógv forkunnug støð, sum t.d. Føroyar, og tað er ein av fyrimununum.
Men hinvegin, so er lívið "on the road" strævið og tað hendir seg meira enn so, at tað eru løtur, har teir kundu hugsað sær at havt møguleika at verið heima, sum t.d. tá vinfólk giftast og líknandi.
Men lívið á heimspallinum er teirra dreingjadreymur, ið er vorðin veruleiki, so teir hava tað stutt sagt sum blomman í egginum.
Sum bólkur hava teir altíð havt eina trúgv uppá, at tað fór at eydnast. Sera ærliga greiddu teir á tíðindafundinum frá, at teirra áskoðan hevur verið, at teir eru góðir nokk og at tað fór at eydnast. Teir eru stutt sagt ein bólkur, ið hevur havt sjálvsálit.

Líkir føroyingum
Men hinvegin ásanna teir í The Rasmus, at dreingjadreymurin í veruleikanum krevur hart arbeiði og nógva bíðitíð á flogvallum. Og so eru tað eisini øll fólkini, sum alla tíðina vilja práta við teir, og sum fólkaslag, so eru finnar ikki ólíkir føroyingum, meta teir í the Rasmus, tí finnar eru ikki opið fólkaslag, ið tosar við ein og hvønn til eina og hvørja tíð.

Kenna ikki Rasmus
The Rasmus kenna ikki føroyska slagaran um Rasmus, og tað er onki at siga til. Men navnið The Rasmus er sum so heldur ikki so djúpt ankrað í samleika teirra. Tað er úrslit av, at teir allir komu við uppskotum til navn á bólkinum, og so valdu teir The Rasmus, hóast hetta sum navn ikki er til í finska málinum, sum tað er á øðrum málum, t.d. føroyskum.
- Og so er tað eisini ein teddybjørn, so vit eru í roynd og veru ein teddybear-bólkur, skemtaðu teir í The Rasmus á tíðindafundinum hóskvøldið.
Vinmenninir fegnast um, at teir nú hava stundir at vitja í Finnlandi av og á, tí tað kundu teir t.d. ikki fjør, tí tá var lív teirra ein stór ferð kring knøttin. Teir tosa finskt sínamillum og fegnast um, at flestu fólkini, ið teir hava við sær, eru gamlir vinir úr Finnlandi, og at tað tí er møguligt at samskifta á móðurmálinum.
- Og so ber eisini til at siga ymskt um tápulig miðlafólk, uttan at hesi skilja eitt einasta orð, skemtaðu teir í The Rasmus á tíðindafundinum, ið gekk fyri seg á enskum.
Teir siga eisini, at finnar av lyndi eru so, at tosað verður beint fram, so at møguligir trupulleikar verða loystir á staðnum, og tí hóskar tað so væl, at flestu í ferðalagnum eru finnar og vinfólk.

Ikki skriviforðing
Spurdir, um tað at fáa eitt so stórt hitt, sum In The Shadows, ikki kann skapa forðingar, siga teir avgjørt nei, hóast tað er ikki ókent, at fólk, ið skapa okkurt stórt, kenna fjáltur, tí tey vænta ikki at kunna liva upp til tað, ið væntað verður av teimum.
Men bólkurin við sterka sjálvsálitinum hevur ikki kent hetta, men viðganga, at teir fyri tíð síðani kendu, at teir vóru í lítlum aldudali, eftir at hava riðið á stóru bylgjukambunum. Men nú kenna teir tað, sum er nýtt blóð og nýggj orka í bólkinum.
Og so eru teir eisini vitnandi um fyrbrigdið við skriviforðing, tí stóra finska tónaksaldið Sibelius var útfyri hesum.
Í hesum sambandið kann nevnast, at The Rasmus hava sligið gamla Sibelius av rókini, tá umræður at hava størsta tónlistaverk í Finnlandi, ella tað verk, ið hevur klárað seg best.
Men hinvegin meta teir í The Rasmus, at kreppa eisini kann nýtast væl og geva íblástur.

Geva alt á pallinum í Klaksvík
Fyri framman hava the Rasmus m.a. ferð í USA, har teir fara at hita upp fyri kenda bólkin Lost Prophets.
Men tá tíðindafólk hóskvøldið spurdu um teirra næsta mál, so svaraðu teir í The Rasmus skemtandi, at júst nú skuldu teir kanna føroyska býarlívið.
Fríggjadagurin beyð teimum m.a. kaving í Klaksvík, tí hesum hava teira áhuga fyri.
Og um teir komu uppaftur um vatnskorpuna, so fóru teir á pallin á Summarfestivalinum og ætlaðu at geva alt, ið teir áttu, og kanska teir enntá fóru at spæla í kavarabrillum, skemtaðu teir væluppløgdu vinmenninir í The Rasmus hókvøldið.
The Rasmus fara á pallin á Summarfestivalinum í kvøld klokkan 21:30.