Dagfinn Olsen
Fyrireikingarnar til Jazzfestivalin ár 2000 eru longu farnar í gongd. Ongantíð áður hava fyrireikararnir verið í so góðari tíð, men vónin er, at ár 2000 verður eitt serstakt ár.
Og hetta tykist at eydnast. Ætlandi koma t.d. Lis Sørensen, Åke Alexandersen og møguliga okkurt heimskent bluesnavn á vitjan. Longu nú tykist skráin spennandi, men hetta er ikki alt.
Ballet
Men ætlanirnar eru størri. Peter Schaufuss ballettin hevur váttað, at áhugi er at koma hendaveg við ballettini ?The King?. Ein kend og væl móttikin ballet, ið byggir á 23 av løgunum hjá Elvis Presley og á lív hansara.
Danin Peter Schauffuss hevur arbeitt á nærum øllum ballettpallum í heiminum. Hann er heimskendur ballettdansari og hevur eisini egið felag, ið heldur til í Holstebro, og annars ferðast kring knøttin. Eini 30 fólk eru í føstum starvi hjá ballettini.
Brandur Øssursson metir, at slíkur møguleiki kemur ikki á hvørjum degi. Fólkini aftanfyri tiltakið hava játtað, at áhugi er at koma hendaveg. So er bert eftir hjá fyrireikarunum at fáa til vega fígging, men hetta væntar Brandur kemur upp á pláss.
Hóast einki er endaliga avgjørt, so tykist, sum verður ár 2000 merkisár - eisini í Norðurlandahúsinum í festivalvikuni. Føroyingar fáa stór nøvn á vitjan og sleppa umframt til ballet.