Tann 31. oktober fer føroyski bólkurin The Ghost til Danmarkar at spæla á Norðurbryggjuni. Bólkurin skal spæla saman við FM Belfast úr Skotlandi.
The Ghost hava verið á túri í 3 vikur í Niðurlondum, Belgia, Onglandi og Týsklandi og tikið lut á Iceland Airwaves í Íslandi og eru nú bodnir til eitt íslendskt kvøld á Norðurbryggjuni.