Kim Simonsen
Í árinum 1871 gera fýra menn seg inn á eitt skip. Í mjørkanum drepa teir manningina uttan fyri Antonio Bay. Teir søkkja skipið og vóna, at eingin uppdagar brotsgerðina.
Í nógv er eingin, ið veit av hendingini, men so kemur skiparin Nick Castle at fáa hendur á einum gomlum posa, ið hann fær á einum skipsakkeri. Hann heldur, at hann hevur funnið okkurt spennandi, men hesin førningur skal skjótt vísa seg at vera alt annað enn spennandi. Sekkurin skapar mikla órógv í býnum, ið koma at fáa óhugnaligar og deyðiligar avleiðingar fyri fólki.
Eftir at skiparin hevur funnið sekkin, byrja alt fleiri rekar at koma undan kavi. Skjótt vísir tað seg, at tey dripnu umborð á skipinum eru komin aftur at hevna seg. Hetta er øll søgan sum hon er. Plottið er sera einkult, og lítið framkomi.
Tey leikandi
Í filminum eru sjónleikarar sum Nick Castle (Tom Welling) (f. 1977), annars eitt sindur kendur frá filminum Smallville. Maggie Grace er spæld av Elizabeth Williams (f.1983), ið kanska er við at vera kend fyri røðina Lost. Selma Blair er spæld av Stevie Wayne (f.1972), ið er kend frá filmum sum Cruel Intensions (1999), Legally Blonde, Storytelling og The Sweetest Thing. Øll trý eru ung og hetta er eisini veika síðan við filminum, at hann sum túsund aðrir ræðufilmar bert skal snúgva seg um at ung fólk verða álopin av tí ónda.
Fyri aðru ferð, men hví?
Upprunaliga var tað ræðufilmleikstjórin John Carpender, ið gjørdi The Fog. Hesin er kendur fyri filmar sum Christine og Halloweenfilmanir, men hevur eisini hópframleitt eina rúgvu av lortafilmum.
Carpender fekk longu ein Oscar í 1970 fyri filmin The Resurrection of Bronco Billy. Seinni fór hann undir eina langa røð av low-budget filmum, sum Dark Star (1974), Assault on Precinct 13 (1976) og Halloween (1978), ið skaptu eitt navn innan ræðufilmgenruna. Eftir hetta komu so The Fog (1980).
Carpenter heldur, at ræðufilmurin hevur funnist líka so leingi sum filmurin. Øll kenna vit ræðsluna. Vit eru fødd bangin og komu til heimin skriggjandi og vit ræðast øll tað sama. Er tað munur á hvat fólk flenna eftir, so eru vit ikki so ymisk tá tað kemur til hvat vit ræðast.
Nú hevur hann so givið hetta starvið til Rupert Wainwright, ið er kendur fyri filmar sum Stigmata (1999), ið er ein nokso løgin ræðufilmur um leitan eftir trúnni í katólsku kirkjuni. Leikritið til The Fog er skriva av Cooper Layne, ið skrivaði leikritið til The Core.
Tað er ikki so nógv at siga um hendan filmin, hví gera eitt remake av einum vánaligum filmi, ið so endar sum ein enn verri filmur? Filmurin virkar allur sum hann er týdningarleysur og ger meg bert líkasælan. Tey leikandi er einkisigandi, líkasum hesin filmurin.
1 stjørna av 6 til The Fog.
The Fog
USA, 2005.
Leikandi:
Nick CastleTom Welling
Elizabeth WillliamsMaggie Grace
Stevie WayneSelma Blair
Brett SpoonerDeRay Davis
Leikstjórn: Rupert Wainwright.
Aldursmark 16 ár. 101 min.