Teir ivaðust í, um teir høvdu torað at farið til Serbia at spæla, men tað sleppa tónleikararnir í The Dreams undan at hugsa um. Simon Mathew vann danska Grand Prixið í kvøld Tann ógvusliga framførslan hjá The Dreams var meira enn danska Grand Prixið kundi klára, og føroyski punkbólkurin megnaði ikki at fylgja við teimum fremstu í atkvøðugreiðsluni.
Men tað leggja teir í The Dreams neyvan tað stóra í. Teirra ætlan við kappingini var at gera vart við teirra tónleik, nú nýggja fløgan hjá teimum kemur út í Danmark, og tað hava teir klárað í ríkiligt mát.
Nú skal nógva umtalan av The Dreams í sambandi við Grand Prixið brúkast til at fáa veruligt gjøgnumbrot á danska tónleikapallinum. Og okkurt er, sum bendir á hetta. The Dreams eru nevniliga bodnir at spæla á heili 15 donskum festivalum í summar, og tað er nakað, sum bert teir stóru bólkarnir í Danmark fáa høvi til.