Føroyingar sleppa at atkvøða, tá ið føroyski punkbólkurin The Dreams fer at taka lut í danska Melodi Grand Prixnum The Dreams skal verða við í Grand Prixnum sjálvt valkvøldið til løgtingið, og tá skulu teir kappast um at sleppa í finaluna í kappigini. Føroya Tele hevur nú fingið boð frá donsku fyriskiparunum um, at eisini føroyingar sleppa at atkvøða í kappingini. Danska Melodi Grand Prix verður tó víst á DR1, og tað ber eisini til hjá føroyingum at atkvøða, hóast teir fylgja valinum í sjónvarpinum hjá Kringvarpinum.