The Blue And The Green, And The City In Between

Slagorðið hjá Oslo er: The blue and the green, and the city in between. Tað bláa er havið, tað grøn skógurin og býurin liggur mitt í hesum litspæli. Vit hava hitt Erik Hansen, ið hevur ábyrgdina av samskiftinum hjá Oslo kommunu.

Ferðing

Erik Hansen er føddur og uppvaksin í Oslo, tað vóru foreldur hansara eisini, og familjan hevur búð í Oslo í nógv ættarlið. Kona Erik er eisini úr Oslo, og eisini hennara familja hevur búð í norska høvuðsstaðnum í fleiri ættarlið. So eg kenni veruliga, at hetta er okkara býur, sigur fryntligi samskiftisstjórin hjá Olso kommunu.
Tað er týðiligt, at hetta er ein maður, ið veruliga elskar staðið hann býr. Tí hevur hann somuleiðis sera lætt við at røkja sítt starv sum samskiftisstjóri fyri hetta stað. Erik greiðir frá, at hann ikki hevur nakað beinleiðis at gera við ferðavinnu partin av kunningini, hetta tekur felagið Visit Oslo sær av fyri kommununa. Deildin hjá Eriki tekur sær av kunning til borgaran í Oslo. Tey eru 9 fólk í miðsavnaðu deildini. Tey hava tætt samstarv við ymsiku býarpartarnar, ið hava egin samskiftisfólk. Høvuðsendamálið er ikki at tryggja sær, at øll vita alt, men at øll vita, hvar tey kunnu fáa vitan um alt. Erik og hini í deildini sita á Ráðhúsinum í Oslo. Hesi hús eru eitt av stóru ferðafólkamálunum í býnum,  og av og á kennir tú teg, sum um tú ert ein framsýning. Men samanumtikið eru húsini fantastisk at arbeiða í greiður Erik frá. Tú fært íblástur av at virka í so vøkrum og stórslignum karmum.
Erik greiður, at sum samskiftisstjóri, so ert tú altíð eitt umboð fyri býin, m.a. á ferðum tínum kring heimin. Sum t.d. tá hann vitjaði Shanghai her fyri, ella tá hann í fjør var í Havn á almennari vitjan. Tí er hann eisini fúsur at greiða okkum frá um býin.
Hann sigur, at hann sjálvur yndar at ferðast kring býin á súkklu. Eitt nú tá hann fer frá og til arbeiðið. Men eisini í frítíðini. Í vikuskiftinum vóru hann, konan og nøkur vinfólk og súkklaðu í skóginum kring Oslo, tey súkklaðu upp á 680 metra hædd, har tey sótu og notu eina fløsku av reyðvín, og lógu nátt har, áðrenn tey súkklaðu heim aftur næsta morgun. Hetta at búgva 10 minuttir frá natúruni er stórsligið, tá tú býrt í einum stórbýi, sigur Erik, ið tó er greiður yvir at flestu føroyingar búgva styttri enn 10 minuttir frá natúruni.
Oslobúgvar liva tætt við natúrina og kenna alla tíðina hennara megi, skógurin og fjørðurin eru dragandi hvør í sínum lagi. Erik sigur, at um hann skal viðmæla eitt serligt stað, ið vitjandi áttu at upplivað í Oslo, so er tað ánna, ið rennur gjøgnum býin, Akers Elva er ein æðr í býnum og umhvørvið kring hana er sera vakurt. At ganga framvið henni ella ferðast á súkklu er eitt Eldorado av upplivingum bæði gomlum og nýggjum, sigur hann.