Ein dómstólur í Teilandi hevur gjørt av, at landsins fyrrverandi forsætisráðharri Thaksin Shinawatra, sum bleiv noyddur frá í 2006, skal handtakast. Fleiri fjølmiðlar skriva, at Thaksin er skuldsettur fyri at hava brotið teilendsku yvirgangslógina í sambandi við ófriðin í høvuðsstaðnum Bangkok tær seinastu vikurnar.
Sambært ákæruvaldinum skal fyrrverandi forsætisráðharrin hava eggjað til ófriðin, sum kostaði millum 60 og 100 mannalív. Sagt verður, at Thaksin var ein høvuðsmaður aftan fyri ófriðin, sjálvt um hann býr uttanlands, tí er hann nú skuldsettur.
Verjin hjá Thaksin Shinawatra, Robert Amsterdam, sigur, at skuldsetingin og boðini um at handtaka fyrrverandi forsætisráðharran hava bara til endamáls at fáa fólk at gloyma ta harðrendu framferðina hjá herinum ímóti mótmælisfólkinum.