Thaksin Shinawatra aftur í Teilandi

Fyrrverandi teilendski forsætisráðharrin Thaksin Shinawatra, sum bleiv koyrdur frá fyri hálvum øðrum ári síðani, varð tikin, tá hann í nátt kom aftur til Teilands Thaksin Shinawatra, sum er ákærdur fyri svik, varð alt fyri eitt fluttur til hægstarætt, men slapp leysur seinni ímóti veðhaldi.

Hann hevur tó fingið at vita, at hann kann ikki fara av landinum uttan loyvi frá myndugleikunum.

Thaksin Shinawatra hevur búð í Bretlandi, síðani teilendski herurin koyrdi hann frá. Rættarmálið ímóti honum byrjar grækarismessudag 12. mars.