Thailand: Hildu tað vera eina hond sum rak í ánni

- Fleiri børn vóru eisini um hesar leiðir, og tey vóru ræðslusligin, vita útlendskir miðlar at siga.

Fólk gjørdust skakað, tá tey um morgunin, leygardagin hin 9. mars, sóu tað, tey hildu vera eina hond, sum kom rekandi eftir Hua Ko-ánni í Pak Nam-økinum í Thailandi.

 

- Hetta var ræðuligt, og hetta sá ógvusligt út, siga sjónarvitni, sum vóru um hesar leiðir. Millum miðlarnar, sum endurgeva søguna, er eitt nú sjónvarpsrásin, Bright TV.

 

Ein kvinna, sum var eitt av sjónarvitnunum, sigur, at luturin, sum líktist einari hond, kom rekandi við streyminum. Fleiri børn vóru eisini um hesar leiðir, og tey vóru ræðslusligin.  

 

Tá løgreglan kom á staðið og stakk ein pinn niður í tað, sum fleyt í sjónum, vísti hetta seg, at hetta var ein gummihandski. 

 

- Vit sóu skjótt, at hetta ikki var ein hond, men ein gummihandski, sigur løgreglan við útlendskar miðlar.

 

Løgreglan leggur aftrat, at tað fór sum ein lætti gjøgnum fólk, sum vóru um hesar leiðir, tá tað vísti seg, at talan ikki var um eina veruliga hond, sum rak í ánni.