Útgávukvøld - Vestmanna Søga

Stórverkið Vestmanna Søga er nú liðug og verður útgivin í tveimum bindum. Í hesum sambandi verður ein hugnaløta á Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna hin 7. desember frá klokkan 19.30-21.

Jonhard Mikkelsen, forleggjari, bjóðar vælkomin, og Martin Joensen syngur Vestmannakvøðuna. Helgi Jacobsen, rithøvundur, fer at greiða frá arbeiðnum við bókunum, og Vestmanna Sangkór syngur.

Jákup í Gerðinum, ættargranskari, fer at greiða frá húsunum, sum vóru í Vestmanna í 1925, og Martin Joensen syngur Ettesa brúgv. Karl A. Olsen, borgarstjóri, fer at halda røðu, og Vestmanna Sangkór fer aftur at syngja.

Borðreitt verður við leskiligum smábitum við víni ella kaffi afturvið. Síðan verður høvi at síggja ella keypa verkið. Hetta kvøldið verður prísurin 500 krónur fyri bæði bindini.

Tað eru Vestmanna kommuna og forlagið SPROTIN, sum skipa fyri tiltakinum.