Útgávukonsert við Makrel fríggjakvøldið

Í sambandi við at leingi eftirbíðaða fløgan Transcend hjá Makrel kemur á marknaðin mánadagin 6. mars verður útgávukonsert við Makrel, og sera kompetent upphiting við Sic fríggjakvøldið í Kagganum.


 
Makrel flutti seg í fjør frá undirgrundina til føroyska rokkstjørnuhimmalin, ein av stóru orsøkunum var lagið Forever and Beyond, ið lá nummar eitt á 15 teimum bestu í fleiri vikur. Nú kemur lagið á fløgu. Fløgan er upptikin í Noregi, og at døma eftir teimum løgunum, ið hava verið at hoyrt í Útvarpinum er hon framúr spennandi.
 
Í Kagganum er møguleiki at hoyra nýggju fløguna live, áðrenn hon alment kemur á marknaðin.