Útgávukonsert við Jens og Kristel Lisberg

Í sambandi við at Jens Lisberg gevur savnsfløgu út verður skipað fyri útgávukonsert í samkomu- og ítróttarhøllini á Kambsdali leygarkvøldið 19. november.

Konsertin verður ein sokallað Gallakonsert, har eisini TARA og Junmann luttaka við mótasýning. Tónleikurin verður nøkur av teimum 40 løgunum, ið eru á tvífløguni hjá Jens Lisberg.
 
Atgongumerki til gallakonsertina og mótasýningina eru at fáa í forsølu á Kunningarstovuni í Havn, Kuningarstovuni í Runavík, Shell við Streymin,  Statoil Skálabotnið, Statoil Saltangará, Shell Støðin, í Gøtudali og Kunningarstovuni í Fuglafirði.